Starvsfólkahandbók

Berghild Jacobsen, Leiðari Starvsfólk og Lønir

Starvsfólkahandbók

Vælkomin inn á okkara talgildu starvsfólkahandbók. Endamálið við henni er, at geva tær sum starvsfólk eina greiða fatan av okkara virðum, reglugerðum og dagligu mannagongdum. Saman, ynskja vit, at skapa eitt arbeiðsumhvørvi, har vit øll kenna okkum trygg og væl upplýst um tær skyldur og rættindi, vit hava í felag, og sum verða stuðlað av okkara felags málum og virðum.

 

Starvsfólkahandbókin er ein vegleiðing, sum kann svara nógvum spurningum, ið kunnu stinga seg upp í gerandisdegnum. Her finnur tú kunning um viðurskifti so sum arbeiðstíð, fráveru, trivnað og aðrar týðandi mannagongdir.

Vit mæla til, at tú lesur handbókina gjølla.

Leiðslubygnaður fyri samtakið

Virðisgrundarlag og málsetningur

MEST skal vera rikið eftir grundregluni um at skapa virði og skal vera kent fyri:

  • at vera ein álítandi samstarvsfelagi
  • at dygd, heilsa, trygd og trivnaður eru í hásæti
  • at virða umhvørvið og sum minstamark halda lógarásett krøv
  • at øll arbeiðir verða skjótt og væl úr hondum greidd fyri kappingarførar prísir
  • at vera eitt arbeiðspláss, har fólk mennist og trívist undir skipaðum viðurskiftum á øllum økjum

Visión

MEST strembar eftir at verða fremsta fyritøka í Norðurlondum innan veitan av tænastum og loysnum til skip og framleiðsluvinnuna

Missión

MEST er álitið fyri at vinnutólini innan fiskarí, aling, ferjurakstur og skipaferðslu virka. Somuleiðis eru vit við til at tryggja at framleiðsluvinnan á landi altíð er í gongd. MEST er við til at tryggja upplæring av unga ættarliðnum. Vit eru ein vinnugrein og eitt lið í ketuni sum skapar virðir her á landi.

Starvsfólkapolitikkur

Atburður og orðaval

Starvsfólki er myndin hjá MEST úteftir. Tí verður roknað við, at tú bæði mótvegis starvsfeløgum tínum og kundum okkara vísir høviskan atburð og nýtir hóskandi orðaval. Okkara ynski er, at MEST altíð skal vera ein álítandi og virdur samstarvsfelagi.

Tað verður ikki góðtikið, at starvsfólk happa og niðurgera hvønn annan, samstarvsfelagar ella kundar okkara.

Kynspolitikkur

Tað áliggur MEST at skapa eitt arbeiðsumhvørvi, ið virðir øll starvsfólk eins og tryggjar, at hesi verða viðfarin virðiliga, óansæð kyn, kynssamleika og kynsliga sannføring. Mannamunur vegna kyn, kynssamleika og kynsligan sannføring verður ikki góðtikin.

Stremba verður eftir at fremja javnstøðu og margfeldni gjøgnum skipaða setanartilgongd, eins møguleikum fyri víðarimenning og eftirútbúgving og við nøktandi arbeiðsumstøðum.

Eitthvørt brot á hesar leiðreglur, kann hava við sær álvarsligar starvsrættarligar fylgjur.

Heitt verður á øll starvsfólk um at verða við at stuðla einum virðiligum og fevnandi arbeiðsumhvørvi.

Arbeiðsbilar

Arbeiðsbilar eru til arbeiðsbrúk og skulu ikki brúkast í privat ørindum. Hetta merkir, at arbeiðsbilur bert skal nýtast tá starvsfólki er innstempla. Arbeiðsbilurin skal standa á arbeiðsøkinum, tá bilurin ikki verður brúktur. Serligt loyvi til brúk av bili, sum ikki er til arbeiðsbrúk, kann gevast í einstøkum førum.

Tað er ikki loyvt at roykja í bilum hjá MEST.

Tá koyrt verður í bilum hjá MEST skal ferðslulógin haldast og minst til:

  • Ikki brúka handhildna telefon meðan koyrt verður, allir bilar hava bluetooth
  • Halt hámarksferðina
  • Ver ansin
  • Ver fyrimyndarligur í ferðsluni – tú umboðar MEST

Fartelefonnýtsla

Nýtsla av fartelefon nervar arbeiðið. Privat nýtsla av fartelefon í arbeiðstíð er ikki loyvd. Um samskiftast skal privat, kann hetta gerast í matarsteðgunum.

Frávera

Um starvsfólk av ein hvørjar orsøk ikki kunnu møta til arbeiðis ella í skúla, skal fráboðast við at ringja til nærmasta leiðara/formann skjótast tilber. Um fatur ikki fast á nærmasta leiðara ella formanni, kann fráboðast til starvsfólkadeildina.

Tagnarskylda

Starvsfólk hava fulla tagnarskyldu viðvíkjandi øllum, sum ta fær kunnleika til í starvi sínum. Tagnarskyldan umfatar viðurskifti arbeiðsgevarans og dótturfelag eins og onnur felags viðurskifti, sum eru at rokna sum innanhýsis mál. Hetta er eisini galdandi eftir at starvsfólk eru farin úr starvi.

Sosial tiltøk

Skipað verður av og á fyri felags útferðum fyri starvsfólkum við familju. Somuleiðis verður skipað fyri innanhýsis tiltøkum av ymsum slagi. Tað er ein góður skikkur, at fólk luttaka, um tað annars liggur fyri.

Almennir miðlar

At úttala seg til almennar miðlar um MEST viðurskifti skal bert gerast eftir samráð við stjóran.

Klædnapolitikkur

Nýtsla av arbeiðsklæðum í og uttan fyri arbeiðstíð

Øll starvsfólk, ið starvast uttan fyri skrivstovuøkið hjá MEST, skulu nýta arbeiðsklæðir frá MEST í arbeiðstíðini. Tað er álagt hvørjum einstøkum at halda klæðini við líka, rein og nosslig.

Loyvt er at nýta arbeiðsklæði, so sum jakkar og ketildraktir hjá MEST, privat. Tá tú gert tað, umboðar tú, í fólksins eygum, MEST. Tað verður tí kravt, at tú í hesum førum vísir sømiligan atburð og ikki háðar, vanvirðir ella gert teg inn á onnur ella annan mans ogn. MEST klæðir skulu ikki nýtast tá fari verður í grind ella onnur líknandi tiltøk.

Arbeiðsstað

Deildir

MEST hevur tríggjar staðsetingar;  í Tórshavn, á Skála og í Runavík. Starvssetanin er knýtt at einari staðseting, men arbeiðsøkið er á øllum staðsetingum eins og úti um landið og møguliga eisini uttanlands.

Arbeiðsstaðið skal haldast reint og ruddiligt. Eitt reint og ruddiligt arbeiðsstað hevur við sær tryggleika, trivnað og munagóðan rakstur.

Skiftirúm

Kunning kemur seinni.

Matarstøð

Matarhøli er á øllum deildum. Farast skal væl um, og ruddast skal av borðinum, tá matarsteðgurin er av.

Verður arbeitt uttan fyri deildirnar, skal starvsfólkið fara væl um og rudda upp eftir sær eftir hvønn matarsteðg.

Amboð

Starvsfólk á verkstøðum fáa útflýggjað ein persónligan amboðskassa. Hesin kassin og innihaldið eru ogn hjá MEST.

Harumframt ber til at fáa útflýggjað amboð frá amboðsgoymslu. Øll útflýggjað amboð skulu skrásetast upp á tað starvsfólkið, ið fær tey útflýggjað. Starvsfólkið hevur alla ábyrgd av hesum amboðum, til tey eru latin inn á amboðsgoymsluna aftur.

Um útflýggjað amboð verða latin øðrum starvsfólki, skal amboðsgoymslan hava boð um tað.

Øll amboð skulu handfarast við umhugsni og einans nýtast til tað endamál, tey eru gjørd til.

Tá amboð verða latin innaftur, skulu tey vera rein. Er brek við amboðunum, skal boðast amboðsgoymsluni frá hesum.

Arbeiðstíð

Arbeiðsvikan er 40 tímar. Vanliga arbeiðstíðin er mánadag til fríggjadag frá kl. 08:00 til 16:10.

Matarsteðgirnir eru á morgni kl. 09:30–09:40 og á middegi kl. 12:20–12:40. Matarsteðgirnir skulu haldast í hølum, ið eru avsett til hetta, tá arbeitt verður inni á økinum hjá MEST.

Matarskipan

MEST hevur eina matarskipan, har bjóðað verður morgunmatur og miðmáli. Í 2024 er kostnaðurin hjá tímaløntum kr. 2,50 fyri hvønn arbeiddan dagtíma (svarandi til kr. 100 um vikuna) og fyri lærlingar kr. 0,50 fyri hvønn arbeiddan dagtíma (svarandi til kr. 20,- um vikuna). Fastlønt rinda kr. 435,- um mánaðin.

Í samband innlating av kvittanum tá starvsfólk, sum eru í matarskipanini, arbeiða uttanfyri “sína” deild, er mannagongdin og reglurnar hesar:

Um starvsfólk, av MEST deildum, arbeiða á øðrum MEST deildum enn vanligt, skulu hesi eta á teimum deildunum tey arbeiða á:

  • Talan er tá um matarsteðgin kl. 9.30 – 9.40 og kl. 12.20 – 12.40
  • Endurgoldið verður ikki fyri mat aðrastaðnis frá til hesar matarsteðgir

Um arbeitt verður hjá kunda langt frá MEST deildum, og matur verður keyptur aðrastaðnis frá, fáa starvsfólk, sum eru í matarskipanini, hetta endurgoldið. Tó maks kr. 70. Kvittanin skal vera góðkend av formanni, og skrivast skal á kvittanina, hvat starvsfólk talan er um, og um kostnaðurin skal á sak.

Endurgoldið verður ikki fyri mat um arbeitt verður yvir ella í vikuskiftinum.

Løn

Løn

Fyri tímalønt er lønartíðarskeiðið 2 vikur. Lønin verður útgoldin 2. hvønn hósdag. Fastlønt fáa lønina útgoldna eina ferð um mánaðin, og útgoldið verður millum tann 26. og 29. í mánaðinum.

Lønarseðilin verður sendur starvsfólkinum við telduposti, og tað áliggur starvsfólkinum at kanna, um hann er rættur. Um feilur er í lønini, tilskilar MEST sær rætt til at afturkalla lønina og gera neyðugar broytingar.

Dagpeningaskipanin

Um tímalønt starvsfólk gerst sjúkt ber til at fáa dagpening frá Almannaverkinum. Fyri at fáa dagpengar frá fyrsta degi skal læknaváttan sendast Almannaverkinum.

Uppsøgn

Í sambandi við uppsøgn verður víst til galdandi sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum ella setanaravtalu. Er eingin beinleiðis sáttmáli ella setanaravtala galdandi, verður Starvsmannalógin (Funktionærloven) nýtt.

Tímaískoyti og mánaðarískoyti

Tímaløntum starvsfólkum verður veitt ein viðbót á 1,50 kr. fyri hvønn útgoldnan arbeiðstíma. Nøkur fastlønt fáa 250,- kr. um mánaðin (skrivstovuøkið v.m. undantikin). Henda viðbót skal nýtast til keyp av arbeiðsklæðum og verndarútgerð. Klæðir og verndarútgerð fæst við at venda sær til goymsluna í Havn, á Skála og í Runavík.

Um starvsfólk við ársenda hevur pening eftir á klædnakontuni, kann hann útgjaldast sum A-inntøku ella flytast til næsta ár.

Um starvsfólk gevst og hevur undirskot á klædnakontuni, verður tað drigið frá lønini.

Uppgerð yvir klædnakontuna sæst á lønarseðlinum undir teiginum “onnur gjøld”.

Frídagar

Hálvar dagar verður arbeitt fyrrapartin av degnum. Frá kl. 08:00 – 12:00. Tað kann koma fyri, at arbeitt ikki verður hálvar dagar, og tað verður hildið frí allan dagin.

Um tað er so, at umstøður hjá MEST og tímaløntum starvsfólkum tala fyri tí, kann eisini verða arbeitt allan dagin. Tímalønta starvsfólkið fær tá 100% yvirtíð fyri arbeiddar tímar.

 

Stempling í Totalview

Yvirlit yvir stemplingar

 

Inn
Skal nýtast tá starvsfólk møtir til arbeiðis

Heim
Skal nýtast tá starvsfólk fer heim frá arbeiði

Sjúka
Skal nýtast tá starvsfólk er burtur frá arbeiði vegna sjúku

Feria
Skal nýtast tá starvsfólk fer í feriu

Avspáking
Skal nýtast av fastløntum starvsfólki, tá ein er burtur úr arbeiðið uttan at tað er feria. Her krevst, at man eigur tímar tilgóðar á VT kontonini

Sproyting
Skal nýtast tá skip verða málað

Tangaarbeiði
Skal nýtast tá arbeitt verður í skitnum tangum og serligt ískoyti skal leggjast afturat lønini

Plasmaskering
Skal nýtast tá arbeitt verður við skerimaskinurnar og serligt ískoyti skal leggjast afturat lønini

Vatnblásing
Skal nýtast tá skip o.a. verður vaskað við hátrýstspulara

Bas
Skal nýtast tá starvsfólk taka rolluna sum arbeiðsleiðari/BAS, og serligt ískoyti skal leggjast afturat lønini

Skúli lærlingar
Skal nýtast av lærlingum tá teir eru í skúla

Uttanlands arbeiðsørindi
Skal nýtast tá starvsfólk eru uttanlands í arbeiðsørindum

Upptikin í arb.høpi
Skal nýtast tá starvsfólk er upptikið av ávísari uppgávu, so sum fund, skeið o.l. og ikki skal órógvast

Ikki tøkur
Skal nýtast tá starvsfólk, ið eru parttíðarsett, ikki eru tøk at heita á um at møta til arbeiðis

Ikki til arbeiðis
Skal nýtast tá starvsfólk er burtur frá arbeiði uttan avtalu við formann/leiðara

Burtur sum avtalað
Skal nýtast tá fastlønt starvsfólk er burtur frá arbeiðið uttan løn, so sum í barsil o.l.

Sleiparatænastan
Skal nýtast av føstu skiparunum tá hesir møta til arbeiðis í frívikuni

 

Stempling í Totalview, tá ein fer uttanlands

 

Fastlønt starvsfólk
Tá farið verður á skeið, messur, kundavitjanir o.s.fr. uttanlands (tímar, ið ikki verða faktureraðir)

Mánadag – fríggjadag:

  • Brúka stempling “Uttanlands arbeiðsørindi” – telur vanligan arbeiðsdag á 8 tímar.

Vikuskifti/heiligdagar/lógarásettir frídagar:

  • Er neyðugt at ferðast í vikuskiftinum/heiligdøgum/lógarásettum frídøgum, fáa starvsfólk 8 tímar fyri ferðadagin at avspáka. Stemplast skal “Uttanlands arbeiðsørindi”.

Tá farið verður uttanlands, og stemplast skal á sak (tímar, ið verða faktureraðir)

Mánadag – fríggjadag:

  • Stemplast skal “Inn” á rætta sak/uppgávu. Tímar, ið verða arbeiddir, skulu skrásetast í Totalview.

Vikuskifti/heiligdagar/lógarásettir frídagar:

  • Sama er galdandi sum mánadag – fríggjadag.

 

Tímalønt starvsfólk
Tá farið verður á skeið, messur, o.s.fr. uttanlands (tímar, ið ikki verða faktureraðir)

Mánadag – fríggjadag:

  • Brúka stempling “Uttanlands arbeiðsørindi” – telur vanligan arbeiðsdag á 8 tímar.

Vikuskifti/halgidagar/lógarásettir frídagar:

  • Er neyðugt at ferðast í vikuskiftinum/heiligdøgum/lógarásettum frídøgum, fáa starvsfólk 8 tímar vanliga tíð fyri ferðadagin. Stemplast skal “Uttanlands arbeiðsørindi”.

 

Tá farið verður uttanlands, og stemplast skal á sak (tímar, ið verða faktureraðir)

Fyri ferðadagar verður latið 8 tímar vanlig tíð. Hetta er óansæð um ferðast verður vanligar arbeiðsdagar ella í vikuskiftinum/heiligdagar/lógarásettir frídagar.

Mánadag – fríggjadag + vikuskifti/halgidagar/lógarásettir frídagar:

  • Arbeiðstíðin er upp til 12 tímar pr dag og lønin er flatrate sambært setanarskrivi. Stemplast skal “Inn” á rætta sak/uppgávu. Arbeiddir tímar, skulu skrásetast í Totalview. Møgulig yvirtíð verður útgoldin.

 

Royking

Tað er bert loyvt at roykja uttandura á arbeiðsøkinum hjá MEST.

Tað er Ikki loyvt at roykja í bilum, trukkum,og  kranum. Tað er heldur ikki loyvt at roykja umborð á bátum og skipum hjá MEST og kundum okkara. 

Sama er galdandi, tá arbeitt verður hjá kundum okkara uttan fyri øki hjá MEST.

Rúsdrekka og rúsevni

Alment

Tað er ikki loyvt at nýta rúsdrekka ella rúsevni í arbeiðstíðini. Tað verður heldur ikki góðtikið, at fólk koma til arbeiðis ávirkað ella sjónliga merkt av rúsdrekka ella rúsevnum.

Um rúsdrekka ella rúsevni verður nýtt í arbeiðstíðini, kann tað hava starvsrættarligar fylgjur.

Undantak

Leiðslan kann geva loyvi til, at skonkt verður til serlig høvi, til dømis í sambandi við móttøkur og onnur hátíðarhald. Við tílík høvi eigur tað at verða gjørt við fyriliti, eins og góður møguleiki skal vera at fáa rúsfrían løg.

Ábyrgd

Rústrupulleikar eru ikki privat mál. Tí eiga øll at taka ábyrgd og boða frá, um tey vita um rústrupulleikar hjá starvsfeløgum. Um tú ikki vísir samstarvshug at loysa tínar rústrupulleikar, kann tað hava starvsrættarligar fylgjur.

Kynsligur ágangur

Kynsligur ágangur (sexchikana)

Á MEST verður tað á ongan hátt góðtikið, at starvsfólk eru fyri kynsligum ella øðrum mannminkandi ágangi. Tað er tí álagt øllum starvsfólkum hjá MEST at virka fyri einum góðum arbeiðsumhvørvi. Tað verður somuleiðis væntað, at starvsfólk á MEST eru árvakin og tala at, um hendingar koma fyri dagin, sum kunnu tulkast sum kynsligur- ella mannminkandi ágangur, ella sum annars mugu metast at verða óhóskandi. Kynsligur ágangur ella sexchikana á arbeiðsplássinum er eitt serligt slag av happing. Hetta slag av happing umfatar allar óynsktar gerðir av kynsligum slag ella aðrari kynsbundnari atferð, sum særir og ger seg inn á virðingina av fólki á arbeiðsplássinum.

Nær er ágangur óhóskandi?

Tað kann verða trupult at siga, nær talan er um óhóskandi atburð. Tó er ein meginregla, at kynslig atgerð er kynsligur ágangur, um atgerðin er óynskt av tí persóninum, ið hon verður framd móti. Tað er tí umráðandi, at starvsfólkini á MEST eru tilvitaði um, at vit sum menniskju hava ymisk mørk og tolsemi, og at hóast óynskt atgerð verður framd uttan umhugsni ella illvilja, kunnu avleiðingarnar verða eins álvarsamar, tí atgerðin sjálv er sentrali parturin.

Dømir um kynsligan ágang á arbeiðsplássinum kunnu m.a. vera

  • Óynskt at verða nortin við t.d. mussaður, nomin á bróst ella gin, verða klappaður á afturpartin og nomin við á lendar og rygg
  • Óynskt munnlig eggjan til kynsligt samband
  • Fúlar skemtisøgur
  • Sexistiskar viðmerkingar ella skemtisøgur
  • Kynsliga merktur telefonágangur
  • Óviðkomandi fyrispurningar um kynslig evni o.l.
  • Aðrar atgerðir sum t.d. at vísa pornografiskar myndir ella filmar

Fráboðan um kynsligan ágang

Sig frá beinanvegin, um tú verður fyri óynsktum hendingum og ger tína ávirkan galdandi, um tú sær ella hoyrir, at ein starvsfelagi verður fyri happing ella øðrum ágangi.

Hvat geri eg, um eg eri fyri kynsligum ágangi á arbeiðsplássinum?

Tað kann verða trupult at siga frá yvir fyri kynsligum ágangi ella øðrum mannminkandi ágangi. Slíkt byrjar ofta í smáum fyri síðani at vaksa seg størri, og tað kann tí verða trupult einsamallur/einsamøll at avgera, nær rætta løtan er at siga frá.

Gjørt verður vart við, at tú hevur rætt til at siga frá yvirfyri tí, sum fremur kynsliga ágangin, beinanvegin tú varnast ágangin.

Um tú heldur, at tað er trupult at siga frá yvirfyri tí, sum fremur ágangin, ella tú hevur gjørt vart við kynsliga ágangin yvirfyri tí, sum fremur kynsliga ágangin, uttan at hetta hevur bøtt um støðuna, kanst tú venda tær til:

  • Tín nærmasta leiðara
  • Starvsfólkaleiðaran,
  • Álitisumboðið
  • Trygdarumboðið

Um tú ert av tí fatan ella hevur varugan av, at tín nærmasti leiðari er partur av áganginum, kanst tú, í staðin fyri at venda tær til tín nærmasta leiðara, venda tær til tann nærmasta leiðaran hjá tínum leiðara.

Tú skalt greiða skrivliga frá tí, sum er farið fram. Royn at skilja sundur tað, ið fór fram, og hvussu tú upplivdi tað, ið fór fram. Hetta ger tað lættari at síggja støðuna úti frá. Um tú heldur, at tað er trupult at greiða skrivliga frá tí, sum er farið fram, kanst tú fáa hjálp til hetta frá tí, sum tú vendir tær til við tínari fráboðan.

Tá tín skrivliga frágreiðing er móttikin, verður heitt á ein uttanveltaðan persón um at kanna málið. Støða verður tá eisini tikin til, hvørt málið skal hava við sær, at ávís starvsfólk verður biðin um ikki at møta til arbeiðis, meðan málið verður kannað.

Í sambandi við at málið verður kannað, fær tann, sum hevur framt kynsliga ágangin, avrit av tí skrivligu frágreiðingini.

Tá ein niðurstøða er gjørd í málinum, verður støða tikin til, hvørji stig eru neyðug at taka.

Um tær hendingarnar, sum tú hevur verið fyri, hava ávirkað tína sálarheilsu á negativan hátt, verður tú biðin um at boða frá hesum, soleiðis at støða kann verða tikin til, hvussu vit best kunnu hjálpa tær í hesum sambandi.

Mál um kynsligan ágang verða handfarin við mest møguligum varsemi/diskretión.

Hvat geri eg, um onkur annar er fyri kynsligum ágangi á arbeiðsplássinum?

  • Vís týðiliga, at tú tekur frástøðu frá áganginum.
  • Boða frá til leiðslu, starvsfólkadeild, álitisfólk ella trygdarumboð.
  • Ansa eftir, at tú ikki sjálv/-ur gerst partur av áganginum.
  • Tak tær tíð at tosa við og lurta eftir tí, ið hevur verið fyri kynsliga áganginum.

Avleiðingar

Á MEST verða fráboðanir um kynsligan ágang tiknar í allar størsta álvara.

Kynsligur ágangur og annar mannminkandi atburður verður undir ongum umstøðum góðtikin hjá MEST. Um staðfest verður, at eitt starvsfólk hevur framt kynsligur ágang ella hevur havt annan mannminkandi atburð mótvegis starvsfelaga ella øðrum persónum á MEST, kann tað fáa starvsfólkarættarligar fylgir, harundir kann viðkomandi verða søgd/sagdur úr starvi ella í ringasta føri burturvíst/-ur.

Avgerðin um, hvørjar starvsfólkrættarliga fylgir málið fær fyri starvsfólkið, sum hevur framt ágangin, verður tikin við støði í teimum umstøðunum sum fyriliggja, harundir hvussu álvarsligur ágangurin hevur verið.

Avleiðingar av følskum ákærum um kynsligan ágang

Falskar ákærur um kynsligan ágang ella annan mannminkandi atburð á arbeiðsplássinum kunnu fáa álvarsligar fylgir fyri tann ákærda og fyri arbeiðsplássið sum heild.

Um staðfest verður, at eitt starvsfólk á MEST hevur sett fram falska ákæru um kynsligan ágang, kann tað fáa starvsfólkarættarligar fylgir, harundir kann viðkomandi verða søgd/sagdur úr starvi ella í ringasta føri burturvíst/-ur.

Avgerðin um, hvørjar starvsfólkrættarliga fylgir málið fær fyri starvsfólkið, sum hevur sett fram følsku ákæruna verður tikin við støði í teimum umstøðunum sum fyriliggja, harundir hvussu álvarsligar fylgir følsku ákærurnar hava havt fyri ákærda starvsfólkið og/ella arbeiðsplássið sum heild.

Persónsdáta GDPR

Viðgerð av persónsupplýsinum krevur viðgerðarheimild frá tær sum arbeiðstakara. Á MEST verður ein samtykkisváttan nýtt til hetta. Hendan er innskrivað í setanarbrævið ella sum fylgiskjal til setanarbrævið.

Samtykkisváttanin er orðað soleiðis:

Eg vátti við míni undirskrift á hesum setanarskrivi, at MEST fær loyvi til at skráseta, viðgera og goyma upplýsingar um meg talgilt, sum eru neyðugar í samband við mína starvssetan, og at talan er um upplýsingar sum eru neyðugar fyri at gjalda út løn, gera hagtøl til tað almenna, vísa mynd á stempulklokkuni og aðrar líknandi neyðugir upplýsingar.

Somuleiðis gevi eg samtykki til, at MEST kann vísa profilmyndir av mær á heimasíðuni www.mest.fo og/ella www.pam.fo

Persónsupplýsingarnar innsavnast og viðgerast við tí endamáli, at kundar hjá MEST og/ella PAM, kunnu eyðmerkja og seta seg í samband við meg, sum eitt lið í mínum starvi hjá MEST og/ella PAM.

Eg eri kunnað-/ur um, at eg til eina og hvørja tíð kann trekkja mítt samtykki til skráseting aftur, tó lógarkravdar upplýsingar undantiknir.

SoMe persónsverndar politikkur

Persónsverndar politikkur (Privacy Policy) á sosialu miðlunum hjá MEST

Tá tú samvirkar við MEST á hesum síðum, gert tú upplýsingar atkomuligar fyri MEST og sosiala miðilin, t.d. tá tú reagerar uppá uppsløg hjá fyritøkuni, viðmerkir og víðarideilur tey, eins og fyritøkan viðger upplýsingar um at tú “dámar” virkissíðuna ella fylgir fyritøkuni á sosiala miðlinum. Harumframt blíva vanligar upplýsingar um teg viðgjørdir, sum t.d. samleikaupplýsingar, kontaktupplýsingar osfr. Endamálið við viðgerðini er at marknaðarføra MEST.

Rættargrundarlagið fyri viðgerðini er at finna í § 8, stk. 1, litra f í dátuverndarlógini og tí heimilaða áhugamálinum hjá MEST at marknaðaføra seg sum fyritøku á teimum sosialu miðlunum, undir hesum eisini at gera kundar og møguligar komandi kundar kunnigar við viðkomandi tilfar og tíðindi.

Tú kanst m.a. lesa meira um felags dátuábyrgd, undir hesum eisini ábyrgdarbýtið, viðgerðina osfr., við Facebook her. Víst verður annars til dátuverndarpolitikkirnar hjá hesum sosialu miðlum.

Upplýsingar á sosialu miðlunum blíva í høvuðsheitum strikaðar tá fyritøkan strikar eitt uppslag, ella tá tú strikar tína viðmerking, víðarideiling, reaktión ella tekur aftur, at tú “dámar” ella fylgir fyritøkuni á sosiala miðlinum.

This site is registered on wpml.org as a development site. Switch to a production site key to remove this banner.