Heilsa, Trygd & Umhvørvi

Annika E. Hansen, HTU-leiðari

PVÚ – persónlig verndarútgerð

Reglur um nýtslu av PVÚ eru galdandi á arbeiðsøkinum hjá MEST – eisini umborð á skipum og flótandi eindum og hjá kundum. Tað kunnu vera økir, har hetta ikki er galdandi – sí skeltir og uppmerking á økinum.

Hvørt arbeiði hevur sínar egnu reglur, fyriskipanir og mannagongdir,  og skulu øll starvsfólk kunna seg um hesar.

Um reglur ikki verða fylgdar, verður átala givin. Um reglurnar framhaldandi ikki verða hildnar, kann hetta føra til burturvísing.

 

Nýtsla av PVÚ

Endamálið við at seta krav um nýtslu av persónligari verndarútgerð hjá MEST er at forða fyri, at starvsfólk fáa skaða ella mein av tí arbeiði, tey eru sett at gera, og harumframt at ganga galdandi myndugleikakrøvum á møti.

Bert góðkend útgerð skal nýtast, og hon fæst frá goymslunum í Tórshavn, á Skála og í Runavík.

Krav er m.a. at nýta hjálm, trygdarfótbúna, hoyriverju, handskar, andlitsverju og brillur o.a.

Starvsfólk hava skyldu at nýta ta persónligu verndarútgerð, tey hava fingið, meðan arbeitt verður.

Partur av útgerðini hevur dagfesting. T.v.s. at hon skal kannast og møguliga skiftast út eftir dagfestingini. Sum dømi um gildistíð kann nevnast hjálmurin. Er farið út um dagfestingina, skal hjálmurin latast inn til goymsluna, og nýggjur verður útflýggjaður. Hevur hjálmur fingið skaða ella verið fyri hørðum stoyti, skal hann býtast um.

Farast skal væl um útflýggjaðu útgerðina, og hon skal haldast í upprunastandi. Vanligt slit verður góðkent. Tað er t.d. ikki loyvt at skriva ella seta merkir á hjálmin annað enn tað, ið er gjørt, tá hjálmurin varð útflýggjaður av goymsluni.

Um ásettu reglur ikki verða fylgdar, og útgerðin verður vanrøkt, kann væntast, at kravt verður, at útgerðin skal skiftast út. Starvsfólkið skal tá sjálvt rinda fyri nýggju útgerðin.

Trygdar – og arbeiðsbúni

Nýt trygdar- og arbeiðsbúna, ið hóskar til arbeiðsuppgávuna.

Tryggja tær, at búnin er reinur og í góðum standi. Eisini skal hann vera í rættari stødd, so hann situr væl og ikki avmarkar teg rørsluliga.

Trygdarfótbúni

Nýt trygdarfótbúnað, tá arbeitt verður á øki, har trygdarfótbúni krevst.

Tryggja tær, at fótbúnin situr væl og er í góðum standi. Eisini skal hann vera í rættari stødd.

Hjálmur

Nýt hjálm, tá arbeitt verður á øki, har hjálmur krevst.

Tryggja tær, at hjálmurin situr rætt.

Ikki broyta ella skriva á hjálmin, aftaná tú hevur fingið hann frá goymlsuni. Navn og arbeiðsnummar skal standa á.

Hjálmar okkara hava ymsar litir og eru sostatt eisini ein partur av dagliga arbeiðssamskiftinum.

Handskar

Nýt  handskar, tá vandi er fyri, at arbeiðið kann skaða hendur ella fingrar.

Verndarbrillur

Hav altíð verndarbrillur hjá tær.

Nýt verndarbrillur, tá vandi er fyri, at tú fært spónir, bitlar ella skaðiliga vesku í eyguni.

Andadráttsverja

Nýt andadráttsverju, tá tú verður útsett/ur fyri skaðligum royki ella bitlum.

Hoyriverja

Nýt hoyriverju, tá arbeitt verður, har óljóð er. 

Rátt verður til at nýta hoyriverju, har óljóðið fer upp um 80 dB(A). Áhaldandi óljóð, sum fer upp um hetta mark, kann elva til hoyrnarskaðar.

Fer óljóðið upp um 85 dB(A), skal hoyriverju nýtast.

Falltrygging

Nýt falltrygging, tá tú arbeiðir hægri enn 2 m, og tá vandi er fyri, at tú kanst detta niður.

Nýt falltrygging, tá tú arbeiðir í lyft.

Falltrygging fæst til láns á amboðsgoymsluni.

Trygdarvegleiðingar

Einki arbeiði er so týdningarmikið, at vit ikki kunnu geva okkum stundir til at arbeiða trygt.

Nýt altíð eina løtu til fyrireiking og tryggja tær, at arbeiðsumhvørvið er trygt, áðrenn byrjað verður upp á eitt arbeiði.

Minst til, at tað er tín ábyrgd, at arbeiðið verður útynt á ein tryggan hátt.

Arbeiði í trukki

Loyvt er ikki at koyra trukk uttan gildigt loyvi. Loyvi krevst ikki til trukkar, ið ikki kunnu lyfta gaflarnar hægri enn 1 metur.

Verður koyrt á almennum øki og førarin situr í, ella stendur á trukkinum, skal førarin harumframt hava koyrikort til persónbil.

Tað skulu ikki verða fleiri fólk í trukkinum enn setur eru til. Er eyka setur í trukkinum, skal persónurin, ið er við á trukkinum (og ikki er førari), hava lut í uppgávuni.

Ikki er loyvt at standa á trinbretti uttan fyri førarahúsið ella á gafflunum, meðan koyrt verður.

Verða persónar lyftir, skal trukkurin verða góðkendur til persónlyft, og skal hetta bert gerast við góðkendari persónlyftukurv.

Arbeiði í lyftu

Ein lyfta skal passa til tær arbeiðsuppgávur, hon verður brúkt til. Hon skal einans nýtast til at lyfta persónar og skal ikki nýtast sum ein krani.

Arbeiðast skal ikki í lyftu, uttan so, at viðkomandi hevur fingið neyðuga kunning / upplæring.

Tá arbeitt verður í lyft, skal góðkend falltrygging nýtast, ið skal festa persónin/-arnar í kurvina. Falltryggingin skal festast í akkerspunkti í lyftini. Falltryggingin fæst til láns á amboðsgoymsluni. 

Trygdarvegleiðingin fyri lyftuna skal fylgjast.

Tað er ikki loyvt at fara úr kurvini, uttan so at hon er 1 metur ella meir innan fyri lodrættan kant.

Stílast skal eftir, at lyftan verður sett so vatnrøtt sum møguligt. Er skrálendi, skal lyftan ‘klossast’ upp á ein tryggan hátt.

Arbeiði við mobilkrana

Mobilkrani (PPM A600) krevur, at førarin hevur kranaprógv B. Loyvt er ikki at koyra kranan uttan gildigt prógv.

  • Kranførarin hevur alla ábyrgdina av arbeiði við kranum og við íkrøkjing
  • Íkrøkjarin skal gera eftir boðum frá kranføraranum
  • Bert góðkend íkrøkjiútgerð skal nýtast
  • Kranførarin skal burturbeina skadda íkrøkiútgerð
  • Verða persónar lyftir, skal hetta bert gerast við góðkendari persónlyftukurv

Minst til at halda frástøðu frá krananum, og hav altíð eygnasamband við føraran, um gangast skal framvið krananum.

Arbeiði við traverskrana

Traverskranar, hvørs lyftievni ikki eru meira enn 5 tons, krevja einki prógv.

Yvir 5 tons krevst kranaprógv D.

Persónslyfting við krana

Krani kann nýtast til persónlyft.

Góðkend persónlyftikurv skal nýtast.

Góðkend keta skal nýtast millum krókin og kurvina. Ketan skal minst hava trý ketulið.

Loyvda arbeiðslastin (SWL/WLL) á ketuni skal vera minst 8 ferðir mestu vekt, kurvin er merkt til.

  • Tað mugu ikki vera meira enn tveir persónar í persónlyftikurvini ísenn
  • Góðkend falltrygging skal nýtast
  • Falltryggingin skal festast í kranakrókin innan fyri ketuna til kurvina (ikki í krókin á ketuni millum kranakrókin og kurvina)

Verður lyft út yvir sjógv/vatn, skulu persónar í kurvini hava góðkendan flótivest.

Persónlyftikurvin má ikki lastast meir enn tað, ið hon er góðkend til.

Persónslyfting við trukki

Um gaffiltrukkur verður nýttur til persónlyft, skal trukkurin verða góðkendur til hetta.

Talan skal bert vera um lættari arbeiði, so sum:

  • Lættari monteringsarbeiði
  • Skiftan av ljósrørum og –perum
  • Lættari reingerðan
  • Lættari málaraarbeiði

Bert góðkend persónlyftikurv skal nýtast.

Arbeiði í hæddum

Góðkend falltrygging skal altíð nýtast, tá arbeitt verður:

• hægri enn 2 metur yvir lendi, gólv ella dekk
• á strýrihústaki og tekjum, tá frástøðan til kantin er minni enn 2 metrar
• í mastrum, skorsteinum, gálgum, tangum og økjum, har hæddin er yvir 2 metrar yvir lendi / dekk
• í stiga

Tá arbeitt verður á opnum dekki, langtíðaropum niður ella út, skal fyribils rekkverk altíð setast upp.

Rekkverkið skal hava eina hædd á í minsta lagi 1.050 mm og vera úr stáli, ketu ella bandi, alt eftir støddini á opninum og umstøðunum.

Er talan um stutttíðarop, er góðtikið, at vaktarmaður stendur við opið/holið.

Persónar, ið seta rekkverkið upp, skulu altíð nýta falltrygging, har tað er gjørligt.

Um rekkverk ikki kann gerast, skal týðilig og haldgóð avmerking setast upp minst 2 m frá kantinum

Tá arbeitt verður í hæddum, har tað ikki er rekkverk ella arbeiðspallur, skal falltrygging nýtast.

Tá arbeitt verður í tangum, kann eisini verða neyðugt at nýta falltrygging.

Falltrygging fæst til láns á amboðsgoymsluni.

Arbeiði í stiga
Miðast skal móti at hallið á stiganum er 65 – 75°.

Um stigi verður nýttur sum atkomuvegur, skal hann festast.

Mælt verður til, at arbeiði í stiga ikki varar longur enn 1/3 av arbeiðstíðini – og í mesta lagi ½ tíma í senn.

Stigi skal bert nýtast, tá ongin annar tryggari háttur at arbeiða í hædd kann nýtast.

Arbeiðspallur

Arbeiðspallur skal altíð standa á føstum undirlagi.

Tilhoyrandi føtur, vangar, skrástívarar, stigar og ryggverja (minst 1 metur hædd) skulu nýtast.

Tað skulu altíð vera fastir stigar/leytarar millum hæddir á arbeiðspalli.

Arbeiðspallur skal setast upp so, at dekkið á pallinum er so vatnrætt sum gjørligt.

Arbeiðspallur skal altíð tryggjast so, at hann ikki kann koppa.

Verður arbeitt uttanborða á skipi á floti ella flótandi eind, skal arbeiðspallur, ið antin verður festur á, ella hongdur á skipið ella flótandi eindina, nýtast.

Góðkendur flótivestur skal nýtast um arbeitt verður yvir sjógv.

Arbeiði í lukkaðum rúmum

Eitt lukkað rúm er t.d. ein tangi, cofferdammur, ketukassi ella onnur rúm, har vandi kann íkoma. Vandi kann vera ilttrot, eitrandi ella spreingievnisgass ella vandi fyri, at persónar verða stongdir inni.

Áðrenn fari verður í eitt lukkað rúm skal tryggjast, at luftin ikki er heilsuskaðilig. Hetta verður gjørt við:

  • Munadyggari ventilatión
  • Máting av luftini við gassmátara. Minst til at útfylla skjalið “Confinded space entry”

Er ikki møguligt at tryggja, at vandamikil evni ella luftartir ikki eru til staðar, skal frískluftsmaska (heilmaska) við yvirtrýstið nýtast.

Far ongantíð einsamøll/-mallur inn í ein tanga ella lukkað rúm.

Gassmátari fæst til láns á amboðsgoymsluni.

Arbeiði við vinkulslipara

Størsti vandin, tá ið arbeitt verður við vinkulslípara, er, at ein kann skera seg, ella at skivan kann brotna, og brotpettini raka persónar.

Skivan skal tí spennast rætt, og bara skivur, ið eru góðkendar til vinkulslíparan og ta slíping, ið verður gjørd, skulu nýtast.

Tað er strangliga bannað at taka skermin av vinkulslíparanum.

Halt altíð vinkulslíparan fast við báðum hondum.
Nýt altíð góðkenda persónliga verndarútgerð (PVÚ), tá ið arbeitt verður við vinkulslípara:

• Verndarbrillur
• Hoyrivernd

Trygdarbrillur og hoyrivernd skulu altíð nýtast, tá ið arbeitt verður við vinkulslípara.

Arbeiði við hátrýstreinsara (2500-3000 bar)

Arbeiðast skal ikki við hátrýstreinsara, uttan so, at viðkomandi hevur fingið neyðuga kunning / upplæring.

Trygdarvegleiðingin fyri hátrýstreinsaran skal fylgjast.

Fylgjandi góðkend persónlig verndarútgerð (PVÚ) til hátrýstreinsan skal nýtast:

  • Drakt, ið verjir allan kroppin
  • Handskar
  • Stivlar
  • Andlitsverja, ið verjir alt andliti
  • Hoyriverja

Mælt verður til, at steðgur verður hildin, tá arbeitt er í ½ tíma.

Arbeiði við sandblásing

Arbeiðast skal ikki við sandblásing, uttan so, at viðkomandi hevur fingið neyðuga kunning / upplæring.

Trygdarvegleiðingin skal fylgjast.

Fylgjandi góðkend persónlig verndarútgerð (PVÚ) til sandblásing skal nýtast:

  • Drakt, ið verjir allan kroppin
  • Handskar
  • Stivlar
  • Frískluftsmaska, antin ein hetta, ið verjir andlit, høvd, háls og akslar og hevur tryggjar, tættar slangu-íbindingar ella ein heilmaska umframt eina hettu. Maskurúturin skal vera mótstøðuført glas.
  • Hoyriverja
Arbeiði umborð á bátum/flakum

Verður arbeitt á dekki umborð á Samson, Pressaranum, Skúmaranum ella Pískarinum skal góðkendur (SOLAS) flótivestur, trygdarfótbúni og hjálmur nýtast.

Verður arbeitt á flaka ella annað far nýtt, skal somuleiðis góðkendur flótivestur, trygdarfótbúni og hjálmur nýtast.

Verður siglt við øðrum fólkið, (loðsi, umboðsfólki v.m.) skulu hesi eisini hava góðkendan flótivest.

Er veðrið ivasamt, skal fólk, ið er á dekkinum, verða í flótidrakt.

Arbeiði við máling

Tá arbeitt verður við máling, skal arbeiði skipast eftir vegleiðing og krøvum fyri nýtslu av málingini.

Kravd góðkend persónlig verndarútgerð (PVÚ) skal nýtast.

Atlit skullu takast til onnur starvsfólk í økinum.

Atlit skulu takast til umhvørvið.

Arbeiði við vandamiklum evnum

Verða vandamikil evni nýtt í framleiðsluni, skal arbeiði skipast eftir vegleiðing fyri tað ávísa evni.

Kravd góðkend persónlig verndarútgerð (PVÚ) skal nýtast.

Atlit skulu takast til onnur starvsfólk í økinum.

Atlit skulu takast til umhvørvið.

​​Um starvsfólk verður fyri neiligum árinum av vandamiklum evnum í arbeiðstíðini, skal arbeiðs- ella HTU-leiðarin fáa boð um hetta so skjótt tilber. 

Arbeiði við útgerð, ið kann skapa opna eld - HOT WORK

Tá arbeitt verður við skerðing, brenning, sveising, slíping ella við tólum, ið kunnu skapa opnan eld
nærhendis tilfari, ið eldur kann koma í, skal eitt HOT WORK loyvi skrivast.

Vísandi til HOT WORK skjalið, skulu fylgjandi persónar verða útnevndir:

  • Hvør hevur ábyrgd av arbeiðinum
  • Hvør ger arbeiði
  • Hvør er brunavakt

Áðrenn byrja verður, skal ein tryggja sær:

  • At onki brennbart er nærhendis
  • At “sárbarir komponentar” og útgerð er dekka til
  • At gott samskifti er við brunavaktina

Brunavaktin skal syrgja fyri, at:

  • Brandslanga við røttum stuðsi er á plássinum
  • Trýst er á brandslanguni
  • Eldsløkkjarar eru á plássinum
  • Evt. útlagt skúm er nøktandi og virkið

Tá arbeitt verður, er týdningarmikið, at leggja merki til møguligar broytingar í umstøðunum.

Brunavaktin má ongantíð fara av staðnum, uttan at boða frá til tann, ið ger arbeiðið. Um brunavaktin metir, at vandi er fyri eldi, skal viðkomandi beinavegin seta seg í samband við tann, sum hevur ábyrgd av arbeiðinum. Um eldur kemur í skal ringjast 112.

Brunavaktin skal vera á staðnum í minsta lagi 30 minuttir eftir, at arbeiðið er liðugt og vátta, at ongin eldvandi er.

Arbeiði við ilt- og gassi

Tá ein slanga verður sett á eina ilt- ella gassfløsku skal ein “tilbakaslagsventilur” verða millum slanguna og fløskuna.

Ilt- og gass fløskur skulu standa trygt, meðan arbeitt verður – tær skulu ikki liggja niðri.

Tryggja tær, at slangur og hondtøk eru í lagi, áðrenn nýtslu.

Skaddar ilt- og gass-slangur skulu umvælast ella skiftast út.

Tað er sera týdningarmikið, at ilt- og gass slangur verða tiknar úr tangum og smáum lukkaðum rúmum og verða koplaðar frá fløskunum, hvørja ferð arbeiðið steðgar.

Isolering av skipanum

Áðrenn arbeiðið byrjar, er týdningarmikið at kanna, um arbeiðið fevnir um útgerð, ið krevur isolatión ella skal sláast frá.

  • EL – tryggja tær, at anleggið er spenningsleyst
  • Rør til veskur ella gass
  • CO2

Tryggja tær eisini, at útgerðin, ið arbeitt verður uppá, ikki kann snara ella flyta seg. 

Tryggja tær, at hetta verður isolerað ella sligið frá, áðrenn arbeiðið byrjar.

Røkiskapur

Minst til, at tað er tín ábyrgd at halda arbeiðsøkið ruddiligt. Hav til vana áhaldandi at rudda og burturbeina órudd og skrell. Rudding umfatar øll amboð, tilfar, elektrodir, strips og onnur hjálpiamboð.

Ansa eftir, at káplar og slangur ikki liggja, har gangast skal. Rudda káplar og slangur saman hvønn dag.

Ikki lata leysar lutir liggja og sløðast. Hesir kunnu elva til óhapp, og um arbeitt verður í hædd, kunnu fallandi lutir elva til stóran skaða. 

Um tú stoytir olju ella aðra vesku, skal økið turkast og vaska beinanvegin. Ikki bíða.

Halt rýmingarvegir fríar. Minst til, at títt arbeiðið er ikki liðugt, fyrr enn alt arbeiðsøki er ruddiligt!

Nógv óhapp henda orsakað av, at arbeiðsplássi er óruddiligt. Sært tú sært okkurt, ið møguliga kann verða til vanda: Burturbein vandan ella boða tínum formanni frá!

Burturkast og tilfar til endurvinning

Burtur kast og tilfar til endurvinning skal skiljast eftir galdandi reglum í rættar bingur ella íløt.

Skeltir vísa, hvat bingjan ella ílatið er ætlað til.

Spyr formannin hjá tær, um tú ert í iva, hvussu skiljast skal.

This site is registered on wpml.org as a development site. Switch to a production site key to remove this banner.