Góð ráð / Hent at vita
Góð ráð á arbeiðsplássinum
- Hugsa teg væl um – gjarna tvær ferðir
- Fyrireika teg væl
- Minst til trygdarútgerðina
- Minst til, at ansa eftir tær sjálvum/sjálvari og tínum starvsfeløgum
- Halt arbeiðsplássið ruddiligt
- Spyr, um tú ivast
- Sig frá og hav virðing fyri hvørjum øðrum
Ávaringar- og forðingarbond
Tá talan er um trygd, er tað avgerandi at hava røttu trygdarútgerðina. Ávaringar- og forðingarbond stuðla undir einum tryggari umhvørvi fyri bæði starvsfólk og vitjandi.
Gulu og svørtu strikurnar vísa, at fólk eiga at geva serligan ans.
Reyðu og hvítu strikurnar vísa, at fólk er bannað at koma inn í hættislig umhvørvi.
Navn og tlf.nr. hjá kontaktpersóninum skal skrivast á seðil og festast á bandið.
Ávaringar- og forðingarbond skulu ikki takast burtur av øðrum enn viðkomandi, ið hevur sett hetta upp.
Tung tøk
At lyfta samsvarandi tí grøna økinum á talvuni, verður ikki mett heilsuskaðiligt.
At lyfta og bera, sum víst í tí gula økinum, kann vera vandamikið, um t.d. neyðugt er at snara ella boyggja rygging.
At lyfta, sum víst í reyða økinum, er altíð vandamikið. Tað kann elva til ryggskaðar. Í hesum førinum skal altíð ein onnur loysn finnast!
