Í læru á MEST
MEST er Føroya størsta lærupláss
Umleið 500 starvsfólk, herav áleið 70 lærlingar, eru knýtt at virkseminum her á landi. Okkara starvsfólk eru serkøn innan stál, el, mekanikk, hydraulikk, timbur, og máling. Eisini selja vit eykalutir, umboða ymiska útgerð og veita tænastur við sleiparum og kranum.
Yrkisútbúgvingar
Á MEST ber til at læra innan 6 ymiskar yrkisútbúgvingar. Niðanfyri finnur tú nærri kunning um júst tína yrkisútbúgving.
Maskinsmiður
Hvat ger ein maskinsmiður
Sum lesandi til maskinsmið fært tú grundleggjandi frálæru um maskinur í vinnuni, og tú lærir at forrita, seta upp og dagføra tær.
Undir útbúgvingini lærir tú at framleiða lutir til eitt nú pumpur, vindmyllur, robottar, motorar og bilar. Tú fert at fáast við bæði manuellar og automatiskar maskinur.
Maskinsmiðir starvast ymisk støð so sum á skipasmiðjum, verkstøðum og í jarn- og metalídnaðinum.
Sum maskinsmiður arbeiðir tú við stýringstekniskum skipanum og maskinum. Í útbúgvingini lærir tú at byggja upp, forrita, finna brek og at umvæla einfaldar stýringstekniskar skipanir, tú lærir at velja røtt amboð og rætt dátugrundarlag í sambandi við framleiðsluuppgávur.
Eisini lærir tú um framleiðslutilgongdir og at viðlíkahalda og montera høvuðspartarnar av einum motori, at gera minni konstruktiónir av plátu, røri og stálprofilum, og einfaldar viðlíkahaldsuppgávur av eitt nú rørskipanum, pumpum og ventilum.
Útbúgvingarlongd
4 ár
Skúli
Glasir ella Tekniski skúli í Klaksvík
Skúlagongdin er í alt 55 vikur og er býtt soleiðis:
1. skúlaskeið er 20 vikur
Hevur størsta partin av almennu lærugreinunum og nakað av verkstaðarlæru. Almennu lærugreinarnar fevna m.a. um føroyskt, enskt og støddfrøði.
2. skúlaskeið er 20 vikur ( er býtt sundur í 2 skúlaskeið á 10 vikur)
Tá verður undirvíst einari almennari lærugrein og annars í yrkislærugreinum, eins og verkstaðartímarnir eru fleiri.
3. skúlaskeið er 10 vikur
Tá byrjar fyrireikingin til sveinaroyndina og eru allir tímar yrkisrættaðir.
Sveinaroyndin er 5 vikur
Er til at gera sveinaroyndina, ið fevnir um ein ástøðiligan part og ein verkligan part.
Yrkislærugreinar
Brandskeið
Fyrstahjálp
Arbeiðsumhvørvi
Tilfarslæra
Amboðslæra
Montasja
Spóntakandi arbeiðið
Stýringartøkni
Maskinástøði
CNC-tøkni
Tekning
CAD Forrit
Smiðjuástøði
Smiðjuarbeiðið
Sveising
Almennar lærugreinar
Alisfrøði E
Enskt E
Føroyskt E
Støddfrøði E
Vallærugrein á E stigi
Royndartíð
Fyri at geva lærlingi og lærumeistara umhugsunartíð er ein royndartíð á 6 mánaðar ásett, har báðir partar kunnu siga sáttmálan upp. Eftir hetta er sáttmálin bindandi, uttanso at annar parturin misheldur skyldur sínar, ella lærlingur og lærumeistari eru samd um at enda samstarvið.
Sí meiri um hetta á www.yrkisdepilin.fo
Elektrikari
Hvat ger ein elektrikari
Ein elektrikari arbeiðir við at leggja sterk- og veikstreym inn í t.d. skrivstovur, sethús, virki og umborð á skipum. Hetta fevnir t.d. um ljós, motorar, elektroniskar stýringar til flutningsskipanir og framleiðslueindir.
Eisini fæst elektrikarin við fjarskiftis-, dátu- og antennuinnleggingar og at ráðgeva kundum í at velja elektriskar loysnir og gera arbeiðið í samstarvi við onnur yrki á arbeiðsplássinum.
Útbúgvingarlongd
4 ár
Skúli
Glasir ella Tekniski skúli í Klaksvík
Skúlagongdin er í alt 55 vikur og er býtt soleiðis:
1. skúlaskeið er 20 vikur
Hevur størsta partin av almennu lærugreinunum og nakað av verkstaðarlæru.
2. skúlaskeið er 20 vikur
Tá verður undirvíst einari almennari lærugrein og annars í yrkislærugreinum, eins og verkstaðartímarnir eru fleiri.
3. skúlaskeið er 10 vikur
Tá byrjar fyrireikingin til sveinaroyndina og eru allir tímar yrkisrættaðir.
Sveinaroyndin er 5 vikur
Er til at gera sveinaroyndina, ið fevnir um ein ástøðiligan part og ein verkligan part.
Yrkislærugreinar
Arbeiðsumhvørvi
Diagrammlæra
Dimensionering
Eldsløkking
Elektrotøkni
Fyrstahjálp
Góðskustýring
Innleggingar
Ljósskipanir
Maskininnleggingar
Orkutøkni
Ravmagnslæra
Stýringar
Vitugar innleggingar
Signaltøkni
Elektronikk
Ljóstøkni
Almennar lærugreinar
Alisfrøði E
Enskt E
Føroyskt E
Støddfrøði E
Vallærugrein á E stigi
Royndartíð
Fyri at geva lærlingi og lærumeistara umhugsunartíð er ein royndartíð á 6 mánaðar ásett, har báðir partar kunnu siga sáttmálan upp. Eftir hetta er sáttmálin bindandi, uttanso at annar parturin misheldur skyldur sínar, ella lærlingur og lærumeistari eru samd um at enda samstarvið.
Sí meiri um hetta á www.yrkisdepilin.fo
Sveisari
Hvat ger ein Sveisari
Ein sveisari arbeiðir við at gera tilskeringar og tilevna rættar-, skráar- og heildarskurð í plátur, rør og tvørskurðir.
Eisini fæst ein sveisari við einfaldar framleiðsluuppgávur, bæði handaligar og við maskinum, og gera skap í plátu-, rør- og stáltvørskurðum.
Aðrar uppgávur eru eitt nú at røkja amboð og viðgera yvirflatur úr metalli og øðrum tilfari, og at leggja tilrættis samansettar sveisiuppgávur.
Útbúgvingarlongd
2,5 ár
Skúli
Glasir ella Tekniski skúli í Klaksvík
Skúlagongdin er í alt 35 vikur og er býtt soleiðis:
1. skúlaskeið er 20 vikur
Hevur størsta partin av almennu lærugreinunum og nakað av verkstaðarlæru.
2. skúlaskeið er 10 vikur
Tá byrjar fyrireikingin til sveinaroyndina og eru allir tímar yrkisrættaðir.
Sveinaroyndin er 5 vikur
Er til at gera sveinaroyndina, ið fevnir um ein ástøðiligan part og ein verkligan part.
Yrkislærugreinar
Brandskeið
Fyrstahjálp
Maskinarbeiðið
Maskinástøðið
Smiðjuástøði
Smiðjuarbeiðið
Sveising
Tekning
Blikk
Almennar lærugreinar
Alisfrøði E
Enskt E
Føroyskt E
Støddfrøði E
Vallærugrein á E stigi
Royndartíð
Fyri at geva lærlingi og lærumeistara umhugsunartíð er ein royndartíð á 6 mánaðar ásett, har báðir partar kunnu siga sáttmálan upp. Eftir hetta er sáttmálin bindandi, uttanso at annar parturin misheldur skyldur sínar, ella lærlingur og lærumeistari eru samd um at enda samstarvið.
Sí meiri um hetta á www.yrkisdepilin.fo
Fínstálsmiður
Hvat ger ein fínstálsmiður
Ein fínstálsmiður arbeiðir við stáli, og uppgávurnar kunnu t.d. vera at framleiða eitt nú trappur, stigar, lás og portur burturúr stáli.
Eisini kann ein fínstálsmiður luttaka í størri uppgávum so sum at byggja vindmyllur og brýr.
Sveisiarbeiði er ein vanligur partur av arbeiðsdegnum, og undir útbúgvingini eru møguligt at taka prógv í sveising.
Í útbúgvingini lærir tú um ymisk sløg av metalli, og hvussu tað kann formast. Ein týðandi partur av arbeiðinum er at velja rætt tilfar og rættan arbeiðshátt til tær ymisku uppgávurnar.
Tú fært grundleggjandi vitan um at viðgera metal. Tú lærir at gera tilskeringar í plátur og rør, at montera lutir, maskinur og installatiónir og at viðlíkahalda framleiðslutól. Harumframt lærir tú at yvirflatu- og eftirviðgera metal og annað tilfar.
Útbúgvingarlongd
4 ár
Skúli
Glasir (tilber at taka 1.skúlaskeið á Tekniska skúla í Klaksvík)
Skúlagongdin er í alt 55 vikur og er býtt soleiðis:
1. skúlaskeið er 20 vikur
Hevur størsta partin av almennu lærugreinunum og nakað av verkstaðarlæru.
2. skúlaskeið er 20 vikur ( er býtt sundur í 2 skeið á 10 vikur)
Tá verður undirvíst einari almennari lærugrein og annars í yrkislærugreinum, eins og verkstaðartímarnir eru fleiri.
3. skúlaskeið er 10 vikur
Tá byrjar fyrireikingin til sveinaroyndina og eru allir tímar yrkisrættaðir.
Sveinaroyndin er 5 vikur
Er til at gera sveinaroyndina, ið fevnir um ein ástøðiligan part og ein verkligan part.
Yrkislærugreinar
Brandskeið
Fyrstahjálp
Amboðslæra
Arbeiðsumhvørvi
Spóntakandi arbeiðið
Maskinástøði
Smiðjuástøði
Tekning
CAD Forrit
Smiðjuarbeiðið
Sveising
Almennar lærugreinar
Alisfrøði E
Enskt E
Føroyskt E
Støddfrøði E
Vallærugrein á E stigi
Royndartíð
Fyri at geva lærlingi og lærumeistara umhugsunartíð er ein royndartíð á 6 mánaðar ásett, har báðir partar kunnu siga sáttmálan upp. Eftir hetta er sáttmálin bindandi, uttanso at annar parturin misheldur skyldur sínar, ella lærlingur og lærumeistari eru samd um at enda samstarvið.
Sí meiri um hetta á www.yrkisdepilin.fo
Logistikkatstøðingur
Hvat ger ein logistikkatstøðingur
Logistikútbúgvingin er ein handilsútbúgving við sergrein í logistikki.
Tú lærir, hvussu víðari søla av vørum og tænastum kann gerast, so at tú gevur fyritøkuni vinning. Tú lærir at heinta inn tilboð, samanbera prísir og góðsku, arbeiða við logistikki, umframt at keypa inn vørur í passandi mongdum.
Tekur tú hesa útbúgvingina, lærir tú sum oftast hjá einari fyritøku, sum handlar við aðrar fyritøkur.
Útbúgvingarlongd
Við búskaparbreyt ella FHS: 2 ár
Við øðrum miðnámi enn búskaparbreyt: 2 ár og 5 vikur online-skeið
Uttan miðnám: 2 ár og 6 mðr, íroknað 20 vikur online-skeið (til DK skúla), sum svarar til gundskeið (GF2)
Skúli
Danmark, Mommark.
Skúlagongdin er í alt 7 vikur (FHS er tá krav). Av tí at skúlagongdin til útbúgvingina er í Danmark, er hon lýst í donskum lógarverki. Nær skúlaskeiðini liggja heilt neyvt, fæst at vita, tá tú ert tilmeldað/ur danska skúlan.
Royndartíð
Fyri at geva lærlingi og lærumeistara umhugsunartíð er ein royndartíð á 6 mánaðar ásett, har báðir partar kunnu siga sáttmálan upp. Eftir hetta er sáttmálin bindandi, uttanso at annar parturin misheldur skyldur sínar, ella lærlingur og lærumeistari eru samd um at enda samstarvið.
Sí meiri um hetta á www.yrkisdepilin.fo
Skrivstovufólk við sergrein innan fyrisiting
Hvat ger eitt skrivstovufólk
Ein skrivstovuútbúgving gevur tær grundleggjandi vitan um fyrisiting og búskap. Tú lærir um samband við kundan og tænastu, hvussu tú arbeiðir við tekstviðgerð, dátugrunnum, rokniarki og øðrum KT-skipanum.
Útbúgvingarlongd
Við búskaparbreyt: 2 ár
Við øðrum miðnámi: 2 ár 6 mánaðir
Við FHS: 3 ár
Skúli
Glasir
Skúlagongdin er í alt 7 vikur (FHS er tá krav). Lærlingur, sum hevur annað miðnámsprógv enn búskaparbreyt, skal taka hesar lærugreinarnar afturat í lærutíðini:
• virkisbúskapur C
• sølubúskapur C
• kunningartøkni C
• ein vallærugrein, har valt verður millum vinnulívsrætt C, altjóðabúskap B, virkisbúskap B, sølubúskap B, ella eina økislærugrein, sum í minsta lagi hevur 75 klokkutímar.
Royndartíð
Fyri at geva lærlingi og lærumeistara umhugsunartíð er ein royndartíð á 6 mánaðar ásett, har báðir partar kunnu siga sáttmálan upp. Eftir hetta er sáttmálin bindandi, uttanso at annar parturin misheldur skyldur sínar, ella lærlingur og lærumeistari eru samd um at enda samstarvið.
Sí meiri um hetta á www.yrkisdepilin.fo
Lærutíðin
Innihaldið í komandi 4 árunum sum lærlingur sæst niðanfyri
1. læruár
Fyrsti arbeiðsdagur
kl. 09:00 Hittast á høvuðsskrivstovuni hjá MEST í Havn
Skrá:
- Stjórin bjóðar vælkomin
- Stutt kunning
- Undirskriva setanarskriv
- Myndatøka
- Útflýggja arbeiðsklæðir
- Trygdarkunning
kl. 12:20 Døgurðasteðgur í matarsalinum
kl. 13:00 Fyrsti dagurin er liðugur
Kunningardagur 4 vikur eftir starvsbyrjan
kl. 08:00 Hittast á MT
kl. 08:15 Søgan um MEST
kl. 08:45 Rundvísing á MT
kl. 09:30 Kaffisteðgur í kantinuni
kl. 09:45 Bussur koyrir til Runavíkar
kl. 10:15 Kunning um MEST
- Visjón og missión
- Vit eru MEST
- Gjøgnumgongd av imest.fo
- Praktisk kunning
kl. 12:20 Døgurði á MR
kl. 12:40 framhald av kunning um MEST
kl. 14:15 Bussurin koyrir frá MR til MS
kl. 14:45 Rundvísing á MS
kl. 15:45 Bussurin koyrir til MT
Trivnaðarsamrøða 3 mánaðir eftir starvsbyrjan
Royndartíðin á 6 mánaðir er nú hálvliðin og tískil práta lærlingur og formaður/leiðari um hvussu tað gongur higartil.
Trivnaðarsamrøða 5½ mánaðir eftir starvsbyrjan
Prát við formann/leiðara um hvussu royndartíðin hevur eydnast og avtalað verður gjørd um haldast skal áfram í læruni.
Lærlingadagurin
Árligi lærlingadagurin verður hildin í mai/juni og hittast tá allir lærlingar, ið eru byrjaðir í starvi seinastu 12 mánaðirnir til ein stuttligan og avbjóðandi toymisdag úti í náttúruni.
2. læruár
Trivnaðarsamrøða
Árliga trivnaðarsamrøðan verður hildin tíðliga í 2. læruárið.
Lærlingadagur
Árligi lærlingadagurin verður hildin í mai/juni og tá allir 2. árs lærlingar hittast til ein stuttligan dag, ið eisini bjóðar nakað av fakligum innihaldi.
3. læruár
Trivnaðarsamrøða
Árliga trivnaðarsamrøðan verður hildin tíðliga í 3. læruárið.
Lærlingadagur
Árligi lærlingadagurin verður hildin í mai/juni og tá allir 3. árs lærlingar hittast til ein stuttligan dag, ið eisini bjóðar nakað av fakligum innihaldi.
4. læruár
Trivnaðarsamrøða
Árliga trivnaðarsamrøðan verður hildin tíðliga í 4. læruárið.
Lærlingadagur
Árligi lærlingadagurin verður hildin í mai/juni og tá allir 4. árs lærlingar hittast til ein stuttligan dag, ið eisini bjóðar nakað av fakligum innihaldi.
Endasamrøða
Nú endin av lærutíðini fer at nærkast, verður lærlingurin boðin inn til eina endasamrøðu við Starvsfólkadeildina. Her verður umrøtt hvussu lærutíðin hevur verið og hvussu lærlingurin hevur upplivað MEST sum arbeiðspláss seinastu 4 árini.
Seinasti starvsdagur sum lærlingur
Á seinasta degi sum lærlingur, verður hátíðarløta hildin í matarsalinum, og lærlingurin fær handa sveinabræv og takkargávu frá MEST.
Lærlingar greiða frá
Hoyr nakrar av okkara lærlingum greiða frá um ta yrkisútbúgving tey hava valt.
Monika, Logistikkatstøðaralærlingur
Heðin – Maskinsmiðslærlingur
Jónas – Maskinsmiðslærlingur
Maibrit – Skrivstovulærlingur
Lær deildirnar at kenna
Á MEST hava vit fleiri deildir, sum hvør hevur sítt serøki, og saman arbeiða vit fyri at tryggja bestu tænastuna til okkara kundar. Vit leggja dent á at nýta framkomna tøkni og dygdararbeiði fyri at loysa alskyns uppgávur.
Niðanfyri kanst tú síggja stuttfilmar, ið lýsa nakrar av deildunum.
Eirikur Joensen, leiðari av Goymslu og sølubúðum á MEST
Dardus Jacobsen, leiðari á Stáldeildini á MS
Asbjørn Brich, formaður á Plastikkdeildini
Brandur Jacobsen, Bedingsmeistari
Dánjal í Soylu, Rakstrarleiðari
Steinar Jacobsen, formaður á El-deildini
